Vetrarkappingin í boccia
Leygardagin 13 februar møttust ung og eldri til dyst í badmintonhøllini í Havn. ÍSB skipaði henda dagin fyri árligu vetrarkappingini í boccia. Fólk høvdu glett seg til kappingina og høvdu vant bæði nógv og væl.
Kappast var í trimum bólkum, rørslutarnað, menningartarnað og FM-bólkur, menningartarnað.
Nógv fólk høvdu leitað sær niðan í badmintonhøllina henda dagin. Ítróttafólkini, ið vóru eini 40 í talið, vóru sera spent at sleppa í gongd við kappingina. Tóra Ø. Hansen bjóðaði vælkomin og Dan Lamhauge greiddi frá hvussu kappingin varð skipað. Síðan fóru ítróttafólkini í gongd við innleiðandi umfarið, síðani hálvfinalurnar og at enda finalur. Tað var spennandi at fylgja við í dystunum, tí kappingin var hørð og mangan var spenningur líka til síðsta kast.
Úrslitin vóru hesi:
Rørslutarnað:
Nr. 1 Jógvan Telling Joensen
Nr. 2 Martin Kristoffur Christiansen, Svanur
Nr. 3 Marius Johansen
Nr. 4 Jóa Ziska
Nr. 5 Dánjal Jákup Djurhus, Svanur
Menningartarnað, FM
Innleiðandi bólkur A
Nr. 1 Jonhard Haraldsen
Nr. 2 Valdemar Dam
Nr. 3 Elvin Weihe
Nr. 4 René Thomsen
Innleiðandi bólkur B
Nr. 1 Theodor Esmar Hansen
Nr. 2 Øssur Gudmundarson
Nr. 3 Unn Mortensen
Nr. 4 Joanna Poulsen (rykkir niður)
Endaumfar:
Nr. 1 Theodor Esmar Hansen, Svanur
Nr. 2 Jonhard Haraldsen
Nr. 3 Øssur Gudmundarson
Nr. 4 Valdemar Dam, Svanur
Menningartarnað, opin bólkur.
Nr. 1 Meiken Olsen
Nr. 2 Elin Løkin, Svanur
Nr. 3 Jacob Jacobsen, Svanur
Nr. 4 Annfinn Jacobsen, Svanur










