TíðindiRSSTíðindasavn
FM hjá SSF: Heiðursmerki og persónlig met til Ragnvald og Kristu 14. Mai. 2012

Svimjisambandið skipaði fyri FM í svimjing um vikuskiftið og kappingin var í Havn. Ragnvald og Krista luttóku bæði í kappingini, Ragnvaldur venur í Havnar Svimjifelag og Krista í svimjifelagnum Ægir. Tað gekk heilt væl, Ragnvaldur vann bronsu í kappingini 100 m bringusvimjing, tá
NM í boccia er av 14. Mai. 2012

NM í boccia er av á hesum sinni, og tað gekk ikki sum ætlað hjá føroysku spælarnum, ongin teirra kom víðari til endaspælið og harvið onki heiðursmerki til teirra á hesum sinni. Kappingin, sum var í Reykjavík, gekk væl og vit frætta frá føroyska liðnum,
NM í boccia 11. Mai. 2012

Í hesum døgum er stór Norðurlandsmeistara kapping í boccia í Reykjavík. Eisini føroyskir boccia-spælarar luttaka í kappingini, og tað eru Marius Johansen, Jóa Ziska, Dánial Jákup Djurhus og Áki Joensen. Teir luttaka allir í einstaklinga kappingini. Jóa, Marius og Dánial Jákup spæla í bólki 3
Summarvenjing hjá Smæruni 27. Apr. 2012

Á heimasíðuni hjá ítróttafelagnum smæruni verður kunnað um, at felagið hevur havt aðalfund og harafturat fer felagið undir sínar summarvenjingar, sum vera á Tórsbreyt. Les meira um hetta á www.smaeran.net
35 000 frá stuðlafelagnum 27. Apr. 2012

Týskvøldið 24. apríl hevði stuðlafelagið ÍSB aðalfund og í hesum sambandi handaði forkvinnan í felagnum Jógvani Jensen formanni í ÍSB eina stuðulsgávu áljóðandi 35.000 kr. Egga takkaði fyri stuðulin og segði nøkur orð: Eins og árini undan vilja vit í nevndini í ÍSB takka tykkum
Væleydnað tiltak hjá Smæruni 16. Apr. 2012

Ítróttafelagið Smæran skipaði fyri einum familjutiltaki sunnudagin 15. apríl á skúlanum á Løgmannabreyt. Felagið skrivar á heimasíðu síni: Ein deiligur dagur er við at halla; og fyrsta og størsta tiltak er fari afturvið borðinum; og ikki kann sigast annað enn, at tað var óluksáliga væleydna!Um
Orð og myndir frá móttøkuni í Klaksvík 13. Apr. 2012

Klaksvikar býráð skipaði í gjár fyri móttøkuni fyri Kristu Mørkøre og Símun Petur Zachariasen, har hópin av fólki møtti at heiðra hesum kappum innan svimjing. Símun Petur bleiv sum kunnugt kosin ársins svimjari hjá ÍSB til stóru FM kappingina, sum var í Havn fyri páskir,
Móttøka í Klaksvík 11. Apr. 2012

Í morgin, hósdagin 12. apríl, verður móttøka í býráðshøllin í Klaksvík. Tað er býráðið í Klaksvík, ið skipar fyri móttøkuni fyri Kristu Mørkøre og Símun Petur Zachariasen. Símun Petur bleiv sum kunnugt kosin ársins svimjari hjá ÍSB til stóru FM kappingina, sum var í Havn
11 heiðursmerki til Kristu og Ragnvald í Íslandi 02. Apr. 2012

Tveir føroyskir svimjarar hava luttikið í Íslandsmeistarakapping í svimjing fyri fólk við tarni, talan er um Kristu Mørkøre úr Ægir og Ragnvald Jensen úr Havnar Svimjifelag. Krista Mørkøre vann ikki færri enn 5 gullheiðursmerki og eitt silvur heiðursmerki, umframt hetta setti hon persónlig met










